Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Blákrossheimið søkir eftir náttarvakt í føstum starvi at byrja 1. juni, ella skjótast tilber.

Uppgávur/arbeiðsøkir:
- Vera um búfólk um náttina
- Vasking og annað fyrifallandi praktiskt arbeið
- Samtalu við búfólk og tey, sum ringja inn um náttina

Vit leggja dent á:
- Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
- Ágrýtni og fleksibilitet í mun til arbeiðsuppgávur
- At tú ert jalig/ur og hevur góð innlivingarevnir og samstarvsevnir
- Áhuga og hegni at arbeiða við menninskjum
- At tú vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya

Tað er ein fyrimunur:
- at tú hevur ástøðiliga útbúgving
- at tú hevur kunnleika til Dialektiska atferðarterapi (DAT)
- at tú hevur viðkomandi royndir

Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá 0,7 tíð. Lønin verður ásett smb. avtalu millum Fíggjarmáráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mai 2022, kl. 24.00.

Byrjað verður í starvinum 1. juni 2022 ella skjótast tilber

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

Umóknin skal sendast til:
Blákrossheimid@blakross.fo
Att: Jütta J. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo