40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alivinnan er við at forkoma øllum livandi á firðum, sundum og enntá á opnum havi. Og ikki nokk við tí, nú skulu fólk á Sandi og føroyingar sum heild góðtaka eina tvífalda øking av alingini hjá Mowi á Sandsvág. Umhvørvisstovan, stempulstovan hjá landsstýrinum og alivinnuni, hevur góðkent víðkanina av aliøkinum frá 58.500m2 til 110.700m2 og við 90 metrum úteftir og 90 metrum tættari inn til sandin. Í umhvørvisgóðkenningini verður skrivað at ætlanin er at leggja ein fóðurflaka í økinum...ikki eitt næstan 100 metur langt skip, men ein flaka. Ein flaki er ein prámur, oftast kanska ein metur høgur, og er kendur sum arbeiðssamboð til umvælingar av skipum ella bryggjukanti.

Vit síggja skandaluna hjá alifyritøkuni Luna vesturi í Víkum, har eitt stórt skip...ein ”fóðurflaki” hevur ligið og gresja í mølini í fleiri mánaðir. Ikki er slíkt just eyðkennið fyri føroyskan dugnaskap á sjónum, og neyvan høvdu teir gomlu funnið uppá at lagt eitt tungt lastað skip fyri akker á mest brimbardu plássum.

Friðað náttúruøki
Bert trí náttúruøkið hava føroyingar megna at friðað síðan løgtingslógin nr. 48. um náttúrufriðing varð sett í gildið 9.juli 1970. Tað sigur nakað um hvussu stóra virðing føroyingar hava fyri síni náttúru og umhvørvið. Vøtnini í Leynum og áin eru friðað, og Fjallavatn....nærmasti granni til Víkar har Luna hevur sína skandalu liggjandi í mølini, kravdi bardaga og nógv rok við SEV, innan tað eydnaðist at tryggja náttúruperluna í Vágum.

Og triðja friðað náttúruøkið eru Mølheyggjarnir á Sandi. Eitt hitt mest serstaka náttúruøki í landinum við hópin av serstøkum gróðuri og smákyknum, ið bert finnast har og ongar aðrar staðir. Aftan fyri sandin er Sandsvatn har serstøk sjósílastamma hevur hildið til í øldir, og havt álvarsamar hóttanir frá óskipaðum kloakkeringsviðurskiftum, ið tó eru fingið í rættlag.

Náttúrufriðingarlógin
Endamálsorðingin í Náttúrufriðingarlógini sigur greitt at, ”øll skulu vit fyriliti og varsemi fara um í nátúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónaðir hjá øðrum.” Sagt verður eisini at, ”øll dálking av náttúruni við pappíri, fløskum, plastíløtum, brotum o.ø. er forboðin.”
í grein 3. í endamálorðingini verður nevnt at, ” gomul og ónýtilig før skulu høggast upp ella søkkjast á støðum, har tey ikki eru til bága fyri sigling ella fiskiskap”.

Yvirfriðingarnevndin metti við goðkenningin av aliøkinum hjá Luna við Víkar, at náttúrfriðingarlógin ikki er galdandi fyri sjóøkið, og at nevndin tí ikki kundi taka støðu til aliøki fram við sjóðarmála. Hesa niðurstøðu kann stórur ivi verða um, tí sambært grein 3 skulu gomul og ónýtilig skip høggast upp ella søkkjast, og tað óansæð um slík liggja svínabundin við kaj ella ankrað á einum fjørði. Annars verður í grein 2. umrødd bygging uttangarðs, at loyvt er ikki at byggja hús, skúr ella a.l. uttan loyvi frá friðingarnevndini.

Undantikinir eru smærri bygningar, sum eftir gomlum siði vanliga hava verið bygdir uttangarðs í samband við landbúnað, tá ið teir ikki skemma náttúruna. Aliøkið á Sandsvág kann neyvan sigast at vera hvørki innan- ella uttangarðs, men skal byggjast innangarðs skal slíkt verða ikki minni enn 300 metur frá vøtnum størri enn 1ha og frá áum, ið eru meira enn 4metur breiðar í botninum.

Hesar ásetingar hava heilt greitt sum endamál at verja um vøtnini og stóru áirnar.

Skemman og álvarsom dálking
Friðing av sjóøki er ikki ókent tá verjast skakl um ein fiskastovn ella viðbrekið økið sum t.d. Føroya Banka. Náttúrufriðingarlógin hevur heilt greitt sum endamál at verja móti dálking og skemman – sjónligari dálking – sum stóri vindmyllurnar við Gellingarklett, ið Yvirfriðingarnevndin hevur heft seg við at verða ov høgar. Á sama hátt gevur lógin greið boð, m.a. at gomul skip ikki mugu sløðast kringum á fjørðinum ella í mølini, og tí skulu burturbeinast...vegna sjónliga og óetiska dálking.

Og byggjast mugu ikki bygningar innangarðs nærri enn 300 metur frá áum størri enn 4 metur í botninum. Um slíkir bygningar standa á pelum í mølini heimilar ikki at tað kann góðtakast, just sum at talan er um eitt 100 metur stórt skip, ið verður ankrað stutt frá sjóðarmálanum.

Fóðurskipið hjá Mowi er tí heilt greitt ein sjónlig og óetisk dálking og atgerð, ið ikki kann heimilast sambært lógini um náttúrufriðing. At fóðurskipið hjá Luna við Víkar ikki var ein sjónlig dálking tí eingin bústaður er nærhendis, vil heldur ikki hava nakra heimild tá slíkt skip ikki hevur nakan sjálvsagdan ella søguligan lut á slíkum stað...enntá sum nærmasti ”granni” til friðaða Fjallavatn har vitjandi við avbera sýninum vestur í hav fáa sum á kjaftin....við óetiskari og sjónligari dálking.

Umhvørvisstova og Landsstýri uttan umhvørvispolitikk
At náttúru- og umhvørvisvernd enn hevur lága, fyri ikki at siga onga raðfgesting, síggja vit hvønn dag í árinum. Alt ber til og alt er loyvt. Frávik frá galdandi reglum er mestan ein megin regla hjá Umhvørvisstovuni, a sama hátt sum umhvørvisárinskanningar fyrst verða gjørdar eftir at ein skaði er staðfestur. Við avoldaðari lógavu, onga uppfylging og raðfesting av altjóða sáttmálum um veðurlagsbroytingar, tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, ella burðardyggar menningarætlanir....alt altjóða sáttmálar Landsstýrið hevur bundið seg til, verur enn arbeitt eftir frummum og sum best ber til.

Lógávu til lendisskipan finnist ikki, sum sæst á lokal-politiskum bardøgum á tingi, og alt meðan leggur Løgmansskrivstovan ætlanir í einum ”burðardyggum vækstrarforum” har náttúran skal troytast enn meira og við enn størri og meira vandamiklari dálking...fyri at tæna privatum peningaáhugamálum.

Serstøk gil sum Fossdalsgjógv, uttangarðs í Guds fríðu náttúru, skal ognartakast tí ein hotelstjóri skal hava enn eina Michelinstjørnu. Og KOB kann sum einasta brennistøð í Europa og mesta partinum av heiminum brenna av bildekk...ikki fyri at minka um oljunýtslu ella CO2 útlat...men økja alvarsama kyksilvur- og dioxineitran, ið umhvørvið og sjógvurin annars hevur í rikiligt mát.

Vindmylluáhugamál eru meira privat enn nakað annað, og uttan at vit enn hava eina lendisskipan og landsplanlegging til skilabestu vindorkuøki. Alivinnan sleppur ótarnað av oyða allar firðir og sund, forkoma uppvækstarøkum hja smáfiski og ynguli, avoyða sjósílið og villa Atlantslaksin....tí peningalig áhugamál hava størri tídning enn tryggjan av óspiltari og ódálkaðari náttúru - umhvørvið á landi og sjógvi -, ið eftirkomar hava krav uppá er óspilt og kann nøkta tørvin krevjast kann til haldgóða og virðiliga tilveru.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo