Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Kanning, sum Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði, náttúru og tøkniundirvísing á Námsvísindadeildini hevur gjørt, setir tann áhugaverda spurningin, um tann hugvísindaligi skúlin við teimum hugvísindaligu lærarunum minkar um áhugan hjá næmingunum fyri náttúruvísindum. Náttúruvísindaligu lærugreinirnar fevna um alis- og evnafrøði, støddfrøði, lívfrøði og náttúru og tøkni. Í skráseting av tímunum, sum verða brúktir til hesar lærugreinirnar, samanborið við tær hugvísindaligu, sæst skjótt, at tær náttúruvísindaligu eru við sviðusoð.

- Velja næmingarnir alis- og evnafrøði umframt týskt sum valfak í framhaldsdeildini, so fara 59 prosent av tímunum til hugvísindaligu lærugreinirnar, 26 prosent til náttúruvísindaligu lærugreinirnar og 16 prosent til handaligu og skapandi lærugreinirnar. Føroyskt og støddfrøði standa fyri ávikavist 24 og 19 prosent av samlaða tímatalinum. Eftir eru 35 tímar til aðrar hugvísindaligar lærugreinir, men bara 7 prosent til náttúruvísindaligu lærugreinirnar, skrivar Erla Olsen í greinini Týðandi og minni týðandi lærugreinir, sum stendur í Frændafundum.

Greinskrivarin vísir til útlendskar kanningar, sum siga, at í ídnaðarlondum eru næmingar ikki serliga hugtiknir av náttúruvísindaligu lærugreinunum, og halda ikki, at tøkni fer at gera teirra framtíðar arbeiði meiri spennandi. Spurningurin er, um samband er millum áhugan hjá komandi lærarum og tann áhuga, sum tey leggja í næmingarnar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo