At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

“Navari” er i veruleikanum ein stytting av orðinum skandinavari. Fyri at gerast limur í einum navarafelag skal ein hava arbeitt uttanlands í minst eitt ár og ein dag.

Kennitekinið er tann svarta draktin og hatturin, hetta vóru upprunaliga týsk arbeiðsklæðir, sum handverkarar brúktu, tá teir ferðaðust um lond og lærdu seg handverk.

Hesir navararnir, sum vitja í Havnini, ferðast heimin runt – eitt av endamálunum er at fáa stempul í passhondbókina, so teir kunnu prógva, hvar teir hava verið.

Fleiri hoyrdu teir í útvarpinum fríggjadagin. Har kunngjørdu teir, at teir ætlaðu sær at marsjera oman á Vaglið at heilsa uppá borgarstjóran. Og so varð gjørt.

Og tað bleiv ein avbera stuttlig løta, eisini fyri borgarstjóran, sum hugnaði sær óført. Tað var Jørgen Christiansen, byggimeistari, sum skipaði fyri vitjanini her í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo