Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar Musikkskúli fer á sumri 2018 at húsast í nýggjum stásiligum bygningi við Hans Andriasar gøtu og Landavegin í Havn. Navnið Tórshavnar Musikkskúli hevur fylgt skúlanum, síðani hann byrjaði, somuleiðis hevur annar eldri privatur musikkskúli í Havn fyrr borið sama navn.

Javnan verður kjakast um orðið “musikkur” í mun til orðið “tónleikur”, hvussu hesi eru brúkt fyrr og nú. Tað eru eisini ymiskar fatanir av, um nýtt navn skal finnast til skúlan ella haldast skal fast í verandi navn. Eisini verður kjakast, um navnið á skúlanum skal hava “musikk” ella ”tónleik” sum part av navninum, ella heilt annað navn skal finnast, ið avspeglar tað fjølbroytta tónleikavirksemið, ið ætlandi verður í bygninginum, ið eisini liggur tætt upp at Skúlanum á Fløtum og Glasi.

Fyri at fáa íblástur til hetta kjakið verður navna- og búmerkjahugskotskapping útskrivað. Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar Musikkskúla og letur síðani tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu.

Ynskið er at fáa hugskot, sum kunnu geva kommununi íblástur at velja, hvønn veg best er at fara.

Treytir:
- Til ber at lata inn uppskot antin til navnið ella búmerkið ella bæði.
· Navnið og/ella búmerkið skal vera av slíkum slag, at einki er at ivast í, at talan er um ein musikkskúla.
· Nevndin tilskilar sær rætt til at taka støðu til, um haldast skal fast við verandi navn og búmerki, ella um annað navn skal koma í staðin.
· Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja ella vraka hugskot um nýtt búmerki til skúlan ella at skriva út nýggja kapping um búmerkið, tá navnið er funnið.
· Freistin at senda uppskot inn er mikudagin 12. desember 2018 kl. 12. Síðani verða uppskotini viðgjørd og vinnandi navnið og/ella búmerkið avdúkað.

Spurningar kunnu setast á torshavn@torshavn.fo ella við at ringa til Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, á 30 21 96, og verða møguligir spurningar svaraðir og kunngjørdir á torshavn.fo á síðuni hjá verkætlanini – lesið um verkætlanina HER 

Hugskot til bæði navn og búmerki, antin hvørt sær ella saman, kunnu latast inn í Snarskivuni á Vaglinum. Merkið brævbjálvan “Navna- og búmerkjakapping”, ella sendast sum t-post til torshavn@torshavn.fo

Latnar verða 5.000 kr. til vinnandi navnið og 5.000 kr. til vinnandi búmerkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo