Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nebo-kórið, sum bert hevur 1 ár á baki, fer mikudagin á sína fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gongur til Rumenia. Í hesum sambandi verður konsert í Nebo í kvøld kl 20.30, har sangirnir, sum kórið hevur vant til Rumeniaferðina, verða framførdir

Nebo-kórið
Tað eru hjúnini Miriam og Rógvi Rasmussen úr Runavík, sum hava lagt ferðina til rættis. Tey hava síðani 2005 skipað fyri barnalegum fleiri summar í bygdini Makfalva í Rumenina, umframt at tey hava búð har sum familja í 1 ár í tíðarskeiðnum 2006/2007.

Miriam Rasmussen greiðir soeliðis frá:

- Tað er altíð stuttligt, tá ein dreymur gerst til veruleika – og tað er júst tað, sum hendir hesar dagar. Vit hava ofta droymt um at gjørt ein túr við einum kóri til okkara heimbygd í Rumenia – Makfalva, og á hendan hátt sleppa at kunngera teimum gleðiboðskapin um Jesus. Tá ið so hesin møguleiki kom okkum fyri oyruni, at vit kundu sleppa við einum leiguflogfari beinleiðis úr Vágunum til Tirgu Mures, sum einans liggur 40 km frá Makfalva, var skjótt frá tanka til handling.

- Vit kontaktaðu beinanvegin Randi Hansen, sum stjórnar Nebo-kórinum, og spurdu, um tey høvdu hug at koma við hendan túrin.

- Tey vóru tíbetur beinanveg við uppá tað, og síðani í januar hava vit fyrireikað hendan túrin, og nú er knappliga tíð at fara avstað. Í Nebo-kórinum eru fólk av Toftum og Runavík og eisini onkur úr Klaksvík.

- Bygdin Makfalva er ein ungarsk bygd í Rumenia. Øll fólkini í bygdini tosa ungarskt, skúli og kirkja er eisini ungarskt. Tað kemst av tí, at fyri 100 árum síðani, lá hendan bygdin í Ungarn, men so bleiv landamarkið flutt, og bygdin hevur síðani tá ligið í Rumenia. Men tey hava ikki slept sínum ungarska mentanararvi og málið er enn ungarsk. Fólkatalið í bygdini liggur um 3000. Á rumenskum eitur bygdin Ghindari.

- Vit skulu hava møtir í mentanarhúsinum í bygdini Makfalva hós-, frí- og leygarkvøld kl. 19.00. Á hesum møtum luttekur Nebo-kórið við sangi og tónleiki. Tey fara at syngja á enskum og føroyskum, og so hava tey eisini vant ein sang á ungarskum. Á møtunum fara brøðurnir Jóhannus M. Olsen og Jens Chr. Olsen av Toftum og Símun Pætur á Torkilsheyggi av Nesi at tala Orð Guds. Eisini fara vit at hava barnamøtir í samkomuni í bygdini fríggjadag seinnapart og leygarmorgun og at vitja á einum ellisheimi.

Miriam sigur at enda, at tey gleða seg ómetaliga nógv til túrin og biðja eftir, at tey kunnu verða til signing fyri fólkið har.

Í kvøld, 22. september kl. 20.30, hevur Nebo-kórið konsert í Nebo, har tey fara at syngja teir sangir, sum tey hava vant til ferðina. Øll eru hjartaliga vælkomin.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo