Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum er hava almennu kassar okkara eina skuld sum er nakrar milliardir krónur.

 

Samlaða virði av okkara framleiðslu er um tjúgu milliardir. Tað vil siga, at almenna skuldin er lítil í mun til ta skuld, sum onnur lond hava.

 

Sjálvandi er tað ymist, sum lond skylda. Tá Clinton var forseti í USA minkaði skuldin sera nógv, men so vann Bush, og hann helt tað vera týdningarmikið at fara í kríggj. Tað var dýrt og skuldin vaks. Undir Obama minkaði skuldin aftur, men so kom Trump framat, og hann helt tað vera so umráðandi at geva skattalætta til tey ríku, at hall gjørdist á fíggjarlógini, og hetta hall hevur verið fíggjað við at vaksa um ta almennu skuldina.

 

Nú herjar beinkrím víða um lond. Framleiðslan minkar og útreiðslurnar vaksa. Nú gera øll heimsins lond tað sum tey plaga, tá hall er: Tey vaksa um ta almennu skuldina fyri at fyribyrgja, at framleiðslan dettur niðurfyri, og at tey høvdu verið verri fyri, tá vend kemur í og tørvur aftur verður á øktari framleiðslu.

 

Hví skulu vit ikki nýta hesa mannagongd?

 

Vit hava rætt til at avgera, at okkara almennu kassar geva borgarunum loyvi til at veita tí almenna lán.

 

Summir av borgararum okkara eru í tí støðu, at teir hava gjaldførisavlop. Teir gjalda negativa rentu fyri at hava pening standandi í peningastovnunum. Samstundis noyðist landskassin at gjalda høga rentu fyri sína skuld.

 

Hetta bendir sanniliga á, at tað hevði verið betri fyri teir almennu kassarnar at teir hjálptu borgararunum við at lata teir sleppa at keypa lánsbrøv. Sum er ber til at keypa donsk statslánsbrøv við eini negativari rentu sum er 0,75%. Tað stendur ikki á at fáa keyparar til hesa rentu. Samstundis noyðast okkara almennu kassar at gjalda høga rentu fyri tey lán, sum tikin eru.

 

Okkara myndugleikar kunnu nú hjálpa borgararunum við at lata teir sleppa at keypa lánsbrøv frá tí almenna. Hetta sparir borgararunum fyri negativar rentur. Samstundis minka rentuútreiðslur hins almenna.

 

Hetta hevði verið ein vinningur bæði fyri tey sum her búgva og fyri tað almenna.

 

Zakarias Wang

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo