At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hóast nógv verður tosað um vaksandi inflatión og hækkandi rentur, so eru lítil ella ongi útlit fyri, at vit í Føroyum sleppa av við negativu renturnar í ár. Orsøkin er, at tað mest er í USA at renturnar eru hækkaðar og helst fara at hækka enn meira seinni í ár.

Tað er danski tjóðbankin sum ávirkar renturnar hjá donskum og føroyskum bankum, og hagani eru ábendingarnar, at relevantu renturnar ikki hækka í bræði.

- Tað er tann stutta rentan sum er áhugaverd í hesum høpinum, og tað eru ikki útlit fyri, at hon fer upp fyribils. Eg haldi tí, eg kann siga, at negativu renturnar hjá okkum fara at standa við hetta árið afturat, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo