Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Tað er sera týdningarmikið, at fólk, sum hava verið í beinleiðis samband við onkran, sum hevur fingið staðfest smittuna, fara í sóttarhald í 14 dagar. Eitt negativt kanningarúrslit loysir ikki hesi fólk úr sóttarhaldinum.

Leiðreglurnar fyri sóttarhaldi eru ikki broyttar. Hevur tú verið í samband við ein smittaðan persón, eigur tú at fara í sóttarhald í 14 dagar. Hesar 14 dagarnar skalt tú halda teg heima, tú mást ikki fara til arbeiðis, tú mást ikki fara til handils ella annars av matrikkilinum, har tú ert í sóttarhaldi. Letur tú teg kanna, og úrslitið er negativt, tá verður tú ikki loyst/-ur úr sóttarhaldinum, og tú mást til dømis framvegis ikki fara til arbeiðis.

Kanningar eru løtumyndir og siga nakað um ta løtuna, fólk lata seg kanna. Eitt negativt kanningarúrslit  merkir ikki, at viðkomandi ikki kann vera smittuberi. Tað er sæð, at fólk við negativum kanningarúrsliti, hava testað positivt fáar dagar eftir, at hesi hava testað negativt. Vit kunnu øll vera smittuberar, eisini um úrslitið er negativt. Støðan er álvarsom, og tí er tað eisini týdningarmikið, at vit ansa sera væl eftir.

Hevur tú verið í beinleiðis samband við ein smittaðan persón, eigur tú at fara í sóttarhald í 14 dagar. Í løtuni er trýstið stórt, og smittusporingin er drúgv og torfør. Samstundis breiðir smittan seg øgiliga skjótt, skjótari enn í londunum kring okkum. Tí er tað týdningarmikið, at tey, sum vita seg hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan, taka neyðuga fyrivarni og fara í sóttarhald í 14 dagar – eisini um hesi ikki hava fingið beinleiðis boð frá Landslæknanum. Í sóttarhaldstíðini skalt tú fylgja teimum leiðreglum, sum eru, og sum tú kanst lesa um á heimasíðuni www.corona.fo.

Sera nógv fólk hava latið seg kannað seinastu dagarnar. Tí verður eisini heitt á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd.

Tølini verða kunngjørd skjótast gjørligt á corona.fo og her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo