Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tinganes: Flaggdagin 25. apríl fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Reykjavíkar, har hann skal røða á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan skipar fyri. Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, flytur eisini fram røðu á tiltakinum.

Dagin eftir, týsdagin 26. apríl, skal løgmaður hitta Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran, har tey m.a. fara at umrøða avleiðingar av krígnum í Ukraina, bæði í mun til vinnu og búskap, men eisini flóttafólk.

Mikudagin 27. apríl er løgmaður staddur í London, har hann m.a. vitjar í Westminster, har løgmaður skal hitta limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum.

Um kvøldið skipar Sendistova Føroya í London fyri serligum flaggsdagshaldi, har dentur verður lagdur á bretsku hersetingin í Føroyum undir 2. heimsbardaga. Flaggdagshaldið verður hildið í serligu hølunum, Churchill War Rooms.

Umframt løgmann, ið fer at halda flaggdagsrøðu, skal Ivan Hentze Niclasen, kringvarpstjóri, greiða nærri frá týdninginum av bretsku hersetingini  fyri Føroyar. Tónleikarin Jens L. Thomsen fer at framføra eitt serligt ljóð- og myndaverk um hersetingina, sum kallast Operation Valentine.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo