Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vísandi til tína grein ”moralurin møtti náðini” siterar tú : ”Havi alt frá barnaárum átt trúnna á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Tað var játtað og staðfest við fermingina í Glyvra kirkju í apríl 1971. Vit vórðu lærd um halgubók og styrkt í trúnni.”

Við tað, at tú ert hægsti religiøsi leiðarin í Føroyum, so viga orð tíni nógv.

Men vísandi til tína omanfyri nevndu útsøgn um trúgv, frelsu, og at hetta varð játtað í fermingini, so kanst tú absolutt ikki havi staðið frammanfyri Jesus og svarað “eg havi Teg kæran!”

Kærleikin til Jesus sæst aftur, hvussu lombini verða viðfarin!

Eingin, sum elskar Jesus letur slíka útsøgn sum tína fara aftur við borðinum. Tað vil eg heldur ikki.

Hevur man Jesus kæran, so føðir man lombini við matinum, sum ein fær frá skriftini og er hirði hjá teimum.

Táið tú fyri almannaeygum skrivar slíkt, so vil eg fyri somu eygum koma við hesi útsøgn: “Hvør gav tær kraft at tala slík orð? Hvørs andi var tað, ið talaði úr tær?” Job.26.4.

Tú sigur: “Tað var játtað og staðfest við fermingina...” Hvat var staðfest?

Tað var so ikki sannleikin, ið varð staðfestur!

Og at játta eina læru, ið beinleiðis háðar skriftunnar orð og læru, vildi eg meint var álvarsamt!

Men tú meinar allarhelst tað, ið gumman segði fjúrtan ár frammanundan. Gummusa orð blivu staðfest!

Hvar í skriftini finna vit nakra gummu?

Hvar í skriftini finna vit, at eitt annað menniskja kann játta, hvat barnið skal trúgva?

Hví eitur tað “barnadópur”, táið skriftin greitt sigur frá hvat dópur er?

Dópur er “Baptizo”, sum merkir at verða undirdykkaður.

Hvat fyri vatndropi er tað sum frelsir barnið?

Tann fyrsti, jamen hvat skulu so hinir báðir til?

Tann næsti, jamen hvat skal so tann síðsti til?

Ella tann triði?

Barnadópurin er eitt frelsandi sakrament.

Hvar finna vit sakramentala frelsu í skriftini?

Alt hetta er knýtt at fremmandari læru, ið ikki er at finna í skriftini!

Var hetta tað, ið varð staðfest í Glyvra kirkju?

Bíblian er krýstall klár: “Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr (tá er dópurin órelevantur) skal verða fordømdur.” Mark.16.16.

Hallur Sørensen, Nardus

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo