Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Degi & Viku fríggjakvøldið varð Rógvi Olafsson spurdur, hvat orsøkin var til, at fólk seinasta tíðina hava gjørt vart við gang frá skipum.  Tað skínur ígjøgnum, at hansara niðurstøður ella gitingar, byggja á fullkomiliga ókunnleika um málið.

Rógvi meinar millum annað, at fólk hava mist tilknýti til havnirnar og tí blíva órógvað av nøkrum, tey ikki hava tilknýti til, og tí hava lættari við at klaga.

Eisini meinar hann, at tað er lættari hjá fólki at klaga, nú eitt felag er stovnað.

Nei, Rógvi, tað er ikki tað, sum er hent. Veruleikin er ein annar.

Tað eru ikki fleiri, sum klaga og gera vart við seg í dag, enn fyri nøkrum árum síðani. Vit liva í einum lítlum samfelag og flestu fólk eru bangin fyri sínum umdømi, húsaprísum, arbeiðsmøguleikum, familjuviðurskiftum, at vera útihýst, happaði og so framvegis. Nøkur teirra hava beinleiðis ella óbeinleiðis tætt tilknýti til fiskivinnuna, onnur hava tætt tilknýti til kommununa og uppaftur onnur eru í almennum starvi hjá landinum. Hesi hætta sær tí ikki at klaga ella at koma fram alment.

Tey, sum hava klagað í áravís, hava klaga og gjørt vart við seg á røttum stað, nevnliga hjá kommununum og øðrum viðkomandi myndugleikum. Men hesir myndugleikar og kommunur hava ikki tikið klagurnar í nóg stórum álvara ella viðgjørt tær aktivt. Tey hava í ára tíggir ikki gjørt nakað fyri at gera neyðugu broytingarnar. Myndugleikarnir hava goymt og dult málið vekk í áravís.

Orsøkin til at fleiri klagur hoyrast nú, og at tað er meira umtala í dag, er fyrst og fremst tí at fólkið nú hevur eina rødd í felagnum HeimafriðurHar hava tey fólk, sum hava dedikerað seg til at loysa hetta málið og standa stinn.

At siga, at fólk hava mist tilknýtið til havnirnar er púra burturvið. Havnalagi fyrr og nú kann ikki samanlíknast. Bæði larmurin og trafikkurin er øktur munandi.

Larmurin, sum klagað verður um er órímiliga ógvusligur og eigur ikki at vera góðtikin. Tosað verður ikki um vanligan ella rímiligan larm frá havnavirksemi. Talan er sostatt als ikki um øll skip.

Tað eru fleiri limir og stuðlar hjá felagnum, sum eru skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og onnur, sum hava bæði tilknýti til havnirnar og vinnuna annars. Hesi vísa á órímiligheitir við føroyskar havnir og munin í útlendskum havnun, har hesi somu hava starvast ella vitjað. Hesi vita, hvat tey tosa um. 

Fakta er, at borgarar, sum eru illa raktir av ganginum frá meiningsleysa motorljóðinum trívast ikki, tí tey ikki fáa frið, hvørki í kropp ella sinn. Fólk flýggja úr egnum heimi. Eru Føroya fólk klár yvir hvussu álvarsamt hetta í veruleikanum er?

Gangurin er so ekstremur og gjøgnumtreingjandi, at tú verður noyddur at uppliva fyri at vita.

Tað er meiri sannlíkt, at vit í Føroyum hava mist virðingina og samkensluna við okkara medmenniskjum.

Egoisman sýnist ovurstór hjá teimum ráðandi, og tað ræður um at hava so lin krøv sum møgulligt, fyri at fáa tey skipini hendavegin, sum eru óynskt í londunum rundan um okkum.

Pengar hava meira at siga fyri nakrar býráðspolitikara her í landinum, enn heilsa og vælvera hjá teirra borgarum.

Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo