At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya framtíð stendur og fellur við, hvussu marknaðirnir taka ímóti okkara fiska- og alivørum. Taka marknaðirnir væl ímóti okkara framleiðslu, so gjalda teir eisini góðan prís, og vit fáa inntøkur til landið. Hendir hin vegin tað, at vit verða svartlistaði, so hava vit veruliga ein trupulleika. Keypir ongin okkara framleiðslu, so er deyðin í durunum, einki er meira vist enn tað. Vit kunnu ikki liva av sjálvi at eta okkara framleiðslu. Vit mugu hava góðar marknaðir.

Men marknaðirnir kunnu vera sera viðkvæmir. Eitt dømi er, at ein laksamarknaður knappliga boðaði frá, at um føroyskir alarar framhaldandi fara at skjóta kóp, sum amast upp á aliringarnar, ja so vildu teir ikki longur keypa frá okkum. Tá var eitt at gera, og skjótingin varð steðgað. Onnur loysn varð so funnin á hesum trupulleika við næskum kópum, og so var alt aftur í lagi.

Føroyar hava alt okkara lívsgrundarlag hvílandi á teimum vørum, sum okkara fiskivinna og okkara alivinna selja til útheimin. Tí er tað sanniliga ikki líkamikið, hvussu marknaðirnir uppfata okkum. Eru vit ov sjálvsøkin, og virða vit ikki altjóða tilmæli um felags viðurskifti, so kann hamarin falla.

Her hugsi eg serliga um, at vit sum land ikki verða bólkaði sum eitt skattaskjól fyri spekulantar, ella at vit hýsa virksemi, sum ikki tolir dagsins ljós. Sendingin í Kvf um Kongo-ránið varpaði ljós á virksemi, sum sanniliga kann koma okkum aftur um brekku. Um marknaðirnir fáa ta uppfatan, at har liggur eitt lítið land í Norðuratlantshavinum, sum hýsir virksemi, sum hevur til endamál at stjala virðir frá fátækum tjóðum. Tá er skaðin fullgjørdur, og hann er næstan vónleysur at rætta upp uppá.

Tí mugu okkara politikarar alla tíðina hava fokus á, at vit ikki skaða okkara umdømi í útheiminum. Tað kunnu vit gera, um vit sláa hart niður á hetta, sum sendingin í Kvf vísti. Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum vit eiga at hava eyguni eftir. Lat meg taka trý teirra fram her.

Neyð- og menningarhjálp skal sambært ST liggja á 0,7% av BTÚ svarandi til einar 140 mió. kr. um árið. Her liggur almenni parturin á fíggjarlógini niðri á 9 mió. kr. Hetta gevur so okkum ikki positiva umrøðu úti í heimi.

Vilja vit ikki hýsa eitt avmarkað tal av flóttum úr kreppuraktum londum, so vil tað sanniliga heldur ikki gagna okkara umdømi.

Virða vit ikki almennu tilmælini um at basa veðurlagsbroytingunum, men halda fram við at vera ein tann mest dálkandi tjóðin pr. íbúgva, ja so peikar tað eisini alvorliga í skeiva ætt.

So tá vit tosa um politisk mál, sum hava týdning fyri okkara altjóða virkismøguleikar, so er tað mest umráðandi, at vit hava eitt gott orð á okkum sum eitt fólk, sum tekur ábyrgd og er ein virkin og fyrimyndalrigur viðleikari í altjóða samfelagnum. Vit mugu prógva, at vit taka altjóða ábyrgd.

Hetta er viðurskifti, sum áttu at staðið fyrst í øllum komandi samgonguskjølum.

Jóannes Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo