Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

For-skatting av eftirløn leggur upp til at smærru kommunur í Føroyum, helst vildu takka nei til ommur og abbar, sum vilja flyta aftur til heimbygdina tá tey blíva pensjónistar (um møguleiki var fyri tí).

Um tú hevur eitt starv sum ger at tú má flyta til eina størri kommunu, kemur tú umframt at gjalda kommunuskatt av tínari inntøku, eisini at gjalda kommunuskatt av tínari framtíðar eftirløn til hesa kommunu. Tá tú einaferð blívur pensjónist og velur at flyta aftur til tína “gomlu” kommunu.

Kemur hendan kommunan at bera allar útreiðslur av tær, uttan at fáa nakra skatta inntøku. Tí skattin av eftirløn hevur tú longu goldið til kommununa tú búði í, tá tú var í arbeiði.

Tann kommunan hevur nú fingið skatta inntøku, uttan seinni at skulu útvega nakra tænastu fyri hesa upphædd.

Eg dugi illa at skilja hvussu lokal politikarar eru gingnir við til hetta.

Sjálvandi var grundin til for-skatting av eftirløn tann, at peningur manglaði í landskassanum. Tí funnu tey uppá hesa kreativa innkrevjing.

Hetta svarar næstan til at eg biði mín arbeiðsgevara um at útgjalda mær løn fyri tað arbeiði eg fari at gera um eini 15-20 ár.

Eftirløn verður skattað við inngjald. Skatturin er 40% og verður goldin sjálvvirkandi um skattaskipanina hjá TAKS.

Fólkapensjón er mánaðarlig upphædd, sum tú kanst søkja um at fáa frá Almannaverkinum, tá ið tú verður 67 ár. (Grundupphæddin er skattafrí).

Hartil kemur ein viðbót.

Fyri støk er verandi viðbót í mesta lagi 3.771 kr. um mánaðin, fyri gift 3.031 kr. (Viðbótin er skattskyldig).

Men tað fíggjarligt trýsti av eldraøkinum ger kanska at tær smærru kommunurnar noyðast at leggja saman í størri eindir.

Kommunusamanlegging átti at verði ein demokratisk avgerð, ikki ein avgerð tikin vegna økonomiskan revolvara politikk frá Landsstýrinum.

Torri Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo