Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Opið bræv til Heðin Mortensen og Aksel Johannesen:

Vit hava síðan 26. okt 2018 fleiri ferðir biðið um fund við Heðin Mortensen og/ella Aksel Johannesen um tunnilsmálið í Vágum og Leirvíksfjørð. 

Tað hevur verið váttað fyri móttøku og at vit skuldu hoyra aftur.

Men vit hava onki hoyrt.

Fyri kortum var aftur rykt skrivliga og munnliga eftir fundi.

Heðin Mortensen lovaði fund, men enn er friðarligt sum í grøvini.

Okkara tunlar eru útgoldnir og tí er ikki bert óneyðugt, men bæði órættvíst og ósolidariskt áhaldandi at  eykaskatta við bummgjøldum sum núverandi samgonga tykist tvíhalda um.

Samstundis er eitt nýtt felag stovnað har, sum skilst, verandi tunlar eru í.

Vit nokta at vera við í hasum felagnum.

Men vit vilja vera við til at gjalda Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil, eins og onnur í okkara landi.

Men vit nokta at okkara økir skulu rinda meira, bert fyri at onnur skulu sleppa undan at rinda.

Tað er ósolidariskt – og tað kunnu vit ikki góðtaka.

Heðin Mortensen og /ella Aksel Johnannesen: Kann tunnilsbólkurin fáa fund nú. Vit hava bíðað í 9 mánaðir eftir at fá henda fundin?

Vegna tunnilsbólkin
Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo