Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tey standa sum varðar á leiðini. Tey gingu undan og slóðaðu rás. Nøkur teirra vóru framfýsin, onnur vóru friðarlig í lendinum. Felags fyri tey var, at tey vóru hugtikin av Jesusi, ið møtti teimum við náði og góðsku.

At møta Jesusi og koma til trúgv var eitt nýtt lív, tí syndin varð borin til hansara, ið fyrigevur syndarum. 

Varðarnir á fjøllunum ella á leiðunum millum bygda mega haldast viðlíka, tí veður og vindur kunnu skala bygnaðin og støðufestið. Eldri fólk hava greitt frá, at gamalt var at hyggja til varðarnar góðveðursdagar á leiðini. Hjálpt var uppá varðan. Okkurt klípi varð lagt, til tess at vegvísarin skuldi vera í góðum standi teir dagar, tá tað veruliga varð brúk fyri honum.

Ein skilagóð og eyðsýnd skipan hjá teimum, hvørs gerandisdagur var bundin at einum tryggum vegvísara.

Serliga í ringum veðri og vánaligum sýni vóru varðarnir álitið hjá teimum ferðandi. Gingið varð eftir varðunum, og aloftast gekst væl.

Tey standa sum varðar á leiðini, tey, ið gingu undan í kirkjum og samkomum. Hugsað verður ikki einans um prestar, trúboðarar og fyristøðufólk. Hetta eru týdningarmiklar tænastur, sum skriftin áleggur okkum serliga at minnast og hava høgt í metum. Hóast nevndu tænastur eru týdningarmiklar, er tað satt, at øll menniskju hava sama virði uttan mun til førleikar, tænastu ella avrik.

Sjálvt lívið – tað at vera menniskja – er avgerandi. Tað vóru vit mint á, nú HM í fótbólti hevur verið í Russlandi. Vit sóu, at tær stóru stjørnurnar innan fótbólt, ið verða keyptar fyri hundraðtals milliónir, komu inn á vøllin leiðandi børn. Helt hetta vera fitt, inntil vit sóu nakað enn vakrari, djúpari og sannari. 

Skulu vit spæla fótbólt á høgum støði, mega beinini og kroppurin hava eina styrki og ein førleika, ið er meira enn miðal góður. Fótbóltur á hesum stigi er fyri tey sterku og evnaríku, ið eru væl útborin.

Somikið vakrari var at síggja, at eitt barn í rullistóli varð millum børnini, ið vórðu leidd inn á vøllin til tann eina fótbóltsdystin. Tað var ein prædika av teim stóru. HM í fótbólti og so eitt barn í rullistóli. Hetta var flott, møguliga tað flottasta av øllum undir HM 2018, ið tilsamans hevur kostað nógvar milliardir krónur.

Tey standa sum varðar á leiðini, tey ið gingu undan og talaðu søk teirra, ið vegna tvørrandi førleika vóru óhjálpin. Heilsuverkið verður nevnt breitt og alment, og tað er lívsneyðugt støðugt at menna tað skipaða vælferðarsamfelagið. Tó, serliga verður hugsað um feløg, einstaklingar og avvarðandi at t.d. teimum á

Eiragarði og teimum, ið stríðast fyri betri umstøðum til sálarsjúk, minnisveik og gomul. 

HM í fótbólti er meira enn bólturin. Átakið er ein sjónligur og ljódligur pallur. Greiður var boðskapurin hjá svium, tá ið svenska landsliðið og venjarin vardu ein spælara við myrkum húðarliti. Hesin hevði gjørt eitt mistak, ið kostaði liðinum sigurin. So regnaðu ókvæmisorðini niður yvir henda leikaran. Tey niðrandi orðini sipaðu til etniska upprunan og húðarlitin. 

Venjarin, leikarar og alt toymið stóðu saman. Vakurt at síggja teirra samanhald. Boðskapurin var greiður: “Nei til rasismu!” Hetta slagorðið er eisini aktuelt at endurtaka í Føroyum, nú talið av nýggjum føroyingum er vaksandi.

Tíverri kemur tað fyri, at vit í Føroyum nýta rasistiskan málburð í almenna rúminum, og tá ið bólturin rullar á vøllinum. Í kristnum kirkjum og samkomum eiga vit at læra av Meistaranum, at øll menniskju eru skapt í Guðs mynd. At mannvirðið er givið tí einstaka í vøggugávu. Kristnin eigur ljóðliga at siga nei til rasismu! 

Tey standa sum varðar á leiðini, øll tey, sum tóku á seg ein gerning ella tænastu í kirkjuliðinum. Tað er uppgáva alra okkara, at vit geva hvør øðrum gætur og leggja eitt klípi til varðan, ið er lívið hjá okkara medmenniskjum.

Vit eru mangan skjót at staðfesta feilir hjá øðrum. Tá gera vit tað øvugta av tí, ið fedrarnir gjørdu, tá ið tey gingu framvið varðunum. Ístaðin fyri at bøta um, ger tann neiliga talan støðufestið veikari. Áðrenn vit varnast, eru livandi klípi burturi. Hvørja ferð eitt menniskja fer burturúr einum kirkjuligum umhvørvi, eru vit fátækari.

Umsorgan er eitt gott orð, at vit geva hvør øðrum gætur og hjálpa hvør øðrum. Eisini vit í fremstu røð kunnu halta til báðar síður. Tað er vælsignað at møta menniskjum, ið vilja tað besta. Nøkur fitt orð ella ein rættleiðing. Ein stutt bøn við fráboðan um forbøn. Eitt smíl og blídlig eygu. 

Varðarnir verða einans standandi, um teir verða hildnir viðlíka. Vit kunnu leggja eitt munagott klípi til støðufesti hins einstaka. Ábyrgd hins kristna er at gagna lívinum. 

Varðarnir á fjøllunum gagna øllum ferðandi. Teir meta ikki um tey ferðandi, einans hjálpa teimum ávegis uttan mun til lívsáskoðan og førleikar. Amen.

Orðið: “Sløkkið ikki andan!” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,19).

Jógvan Fríðriksson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo