Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Bil-eigarafelag tekur frástøðu frá uppskotinum hjá samgonguni um at hækka avgjøld á bensin og diesel.

At avtaka brúkaragjøldini til undirsjóvartunlarnar er somuleiðis ikki rætt at blanda uppí samferðslupakkan.

Symbolsk gjøld til undirsjóvartunlar er í ordan, og felagið heldur, at ferðafólk og bilar úr øðrum londum eisini skulu geva sítt íkast til raksturin av undirsjóvartunlunum.

Um tunnilsgjøldini verða tikin av, kann hugsast, at vegakerviði skjótt kemur niður á sama vánaliga støð,i sum restin av vegakervinum.

Felagið tekur sostatt ikki undir við Samfersðlupakkanum. tí vit halda ikki, bileigarin skal hava rokningina fyri nýggja ferju til Suðuroynna.

Føroya Bil-eigarafelag mælir sostatt til at taka uppskotið aftur, tí tað ikki er nakar fyrimunur hjá vanliga bileigaranum.

Nevndin í Føroya Bil-eigarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo