Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hanna Jensen, rektari hjá Miðnámi á Kambsdali og visionérur politikari fyri Framsókn, hevur framúr góðar tankar um prenting av bókum og bløðum heilt frá fyrndini og til okkara dagar, nú einki ber til.

So illa er stætt, at einasta rotasjónspressa í landinum steðgar og gevst við virkseminum.

Hetta er einki at gera við.

Tíðin er farin frá virkseminum, sum kann gerast nógv bíligari aðrastaðni.

Sama er við smiðjunum, ið prenta bøkur.

Tær prenta okkum vitandi alt, ella bróðurpartin aðrastaðni, tí har er tað bíligari.

So selur føroyska prenstmiðjan útlendska prentið við heilt góðum vinningi.

Hetta er einki at gera við.

Handilsreisandi eru eisini her á landi og savna prentuuppgávur at taka við sær til onnur lond og prenta júst har, sum tørvurin á prentiarbeiði er størstur og mest innbjóðandi tøkur fyri lítlar og ongar pengar.

Hetta er einki at gera við.

Vit liva í fríari kapping á øllum økjum.

Tíðin er farin frá prentaðum miðlum, í Føroyum kanska nakað seinni enn í øðrum londum.

Tá so dýrt og trupult verður at prenta er sjálvsagt, at tað minni verður til redaktionelt arbeiði, at foredla sjálvt innihaldið.

Um vit nú aftur skulu fáa bløðini prentaði í Danmark, so verður evstamark tað fyrr og aktualiteturin tað minni.

Nei, vit mugu sláa kalt vatn í blóðið og viðurkenna, at tey, sum higartil hava vunnið við at føroyski kundin hevur viljað prentað í Føroyum, hava dugað ov illa at umsitið upparbeidda vinningin.

Nú er hann gloppin teimum av hondum og einki er at gera við tað.

Lat falla, tað sum ikki kann standa.

Neyðhjálp til eina vinnu, sum sjálv velur at steðga, tí her ber ikki til, er ikki ein gongd leið.

Tá gerast øll taparar, eisini Hanna Jensen.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo