Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Úrslitið í 2019 er betur, enn Nema og Hey høvdu hvør í sínum lagi í 2018. Leiðslan metir, at úrslitið er nøktandi.

 

Soleiðis tekur leiðslan í stuttum samanum botnlinjuna í fyrsta roknskapinum hjá Nema, eftir at telefelagið Hey bleiv partur av samtakinum.

 

Bruttovinningurin vaks úr 26 upp í góðar 50 milliónir, og úrslitið vaks úr 4,8 mió kr til stívliga 10 mió kr.

 

Talið av starvsfólkum hækkaði úr 52 upp í 72 og kostnaðurin av somu vaks úr 19,7 upp í 32, 8 mió kr. Eginognin var 24 milliónir út av eini samlaðari fíggjarstøðu uppá 102 mió kr.

 

Og leiðslan er bjartskygd um framtíðina:

 

- Við samanleggingini, góðu samfelagsbúskaparligu gongdini og við tí úrvali av tænastum og vørum nýggja felagið hevur at bjóða, umframt dugnaligu starvsfólkini, so væntar leiðslan at raksturin í 2020 gerst enn betur enn í 2019.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo