Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nema, sum umframt at selja skrivstovuútgerð og innbúgv, eisini veitir teletænastur í kapping við stóra almenna veitaran, Føroya Tele, hevði í fjør eitt yvirskot eftir skatt uppá 9,9 mió kr. Tað skal samanberast við eitt yvirskot árið fyri uppá 10,1 mió kr, men annars eitt miðalyvirskot seinastu 17 árini uppá minus hálva millión krónur.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at fyrstu tvey árini hava verið merkt av tillagingum, men samanum tikið er samanleggingin við Hey væleydnað.

Fíggjarstøðan javnvigar við 94 mió kr og eginognin er 31,5 mió kr.

Stjóri í Nema er Gudny Langgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo