Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Inter arma enim silent leges, sigur gamla latínska orðafellið.

Í kríggi eru lógir kvirrar. Og stríðið móti korona hevur tagd burt lógir og alla siðalæru.

Í greinini í Norðlýsinum 21/6 ”Myrkaspæl við koronakanningum!” koma nakrar óhugnaligar upplýsingar fram. 

Sum um at trupulleikin við tí, at løgmaður onga heimild hevur, og hevur givið fólkið alla samfelagsábyrgd við tilmælum, ikki var nokk.

Nú skulu privatar fyritøkur eisini tjena uppá kanningar, sum okur sjálvi skulu gjalda.

Heilsuverkið, sum skal bera alla byrðuna, um sjúkan aftur ger um seg, skal ikki vinna nakað burtur úr hesum, men skal standa fremst á hermótinum, tá tørvur er á tí.

Okur skulu lata okra DNA til privatar fyritøkur og sjálvi gjalda fyri ómakin. Hetta eru tilmælini, sum landsstýrið og samgongan hava smíðað saman fyri at berja farsóttina.

Í nevndunum fyri hesar fyritøkur, sum nú fara at tjena kassan, sita løgtingsmenn. Ja, báðu megin borðið sita løgtingsmenn og lóggeva sær og sínum vinning. Frændaveldið er fullkomið.

Spurningurin er so, um nøkur lóg er, burtursæð frá skilagóðum siði, sum forðar fyri slíkum tilgongdum?  

Í einum rættarsamfelagi góðtaka okur ikki mutur, og nepotisman er onki undantak. Tú kann goyma teg aftanfyri grundgevingum um manglandi lóggávu, men í síðsta enda verjir tú sovorðið.

Á sama hátt, sum trælasølumenn vardu trælahald sítt við lóg og heimild um trælahald. Hvørgan ger tað rætt.

Eitt lóggevandi og útinnandi vald, sum gevur almenn tilmæli og átøk, har privatar fyritøkur fáa ógóðan og økt virksemi av, og limir úr tí lóggevandi og útinnandi valdinum eru umboðað, er reindyrkað nepotisma.

Ja ikki so mikið sum eitt ár inn í samgonguskeiðið hevur samgongan givið fólksins ogn burtur og stuttleikar sær nú við nepotismu í eini óhepnari støðu.

Hetta skulu okur ikki góðtaka, og nú er tað løgmaður, sum eigur ábyrgdina í, at rætta óskilið.

Jens Arni Leo Hammerfoss
formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo