Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nes kommuna: Seinasta tvey árini hevur Áki Dyssegaard verið leiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er búsitandi á Strondum. Áki er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hann hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018.

Áki Dyssegaard hevur ynskt at fara frá sum leiðari í Tofta Kvøldskúla. Í vár hevur Nes kommuna avgjørt at seta Johnleif Gerðisá sum kvøldskúlaleiðara frá 1. august 2022.

Í hesum sambandi varð seinnapartin skipað fyri fundi á kommunuskrivstovuni, har umsitingin, fráfarandi og nýsetti leiðarin høvdu høvi at tosa nærri um kvøldskúlaskipanina.

Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Áka Dysseggard fyri tíðinda sum kvøldskúlaleiðari og frøddist um, at fleiri nýggj kvøldskúlatilboð hava sæð dagsins ljós seinastu tvey árini undir leiðslu av Áka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo