Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Netflix røðin "Ósannlíki mordarin" er meldað til politiið fyri ærumeiðing av deyðum fólkum stutt eftir at røðin er komin á stroymingartænastuna.

Tey sum hava meldað Netflix meina, at røðin gevur hyggjaranum skeivar fatanir av veruleikanum, og at fleiri fólk verða løgd undir at hava samband við morðið og harvið karaktermyrd. Eitt nú rør røðin framundir, at Stig Engstrøm, tann sonevndi Skandiamaðurin, drap svenska forsætisráðharran, og at ein navnnevndur vinmaður hansara lænti honum skambyrsuna, sum hann brúkti til drápið.

Fleiri av fólkunum, teirra millum Skandiamaðurin, eru nú deyð. Hann var leingi undir illgruna, men varð ongantíð dømdur fyri morðið. 

Við SVT sigur dóttir vinmannin hjá Engstrøm, at tað er púra høpisleyst sum kemur fram í røðini.

Netflix sigur í stuttari viðmerking við SVT, at filmurin byggir á eina bók, sum longu er komin út, og gjørt verður eisini vart við munin á veruleikanum og tí sum hendir í filminum eftir hvønn part.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo