Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nevndin í AKF: Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller

Nevndin í AKF: Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller

Nevndin í AKF: Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller

29. august 2020 hevði Akademikarafelag Føroya (AKF) ársaðalfund í Kaffihúsinum. AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving.

Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á skránni fyri aðalfundin var val av nýggjum formanni. Formaðurin síðani 2018, Ole Jensen, bar seg undan afturvali, tí hann fer frá vegna aldur til várs. Í hansara stað varð Páll Nolsøe valdur.

Á ársaðalfundinum tilnevna limafeløgini teirra nevndarlimir. Fyri Føroya Verkfrøðingafelag varð Gunn Hanusardóttir Møller tilnevnd. Hon tekur við eftir Mariu Chun Nielsdóttir, ið bar seg undan afturvali. Fyri Arkitektafelag Føroya varð tilnevndur Robert Thomassen, ið tekur við eftir Ola Jensen. Páll Nolsøe varð tilnevndur fyri Magistarafelag Føroya. Anton Arge er nevndarlimur fyri Føroya Byggifrøðingafelag.

Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis: Páll Nolsøe, formaður, Anton Arge, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, kassameistari og Robert Thomassen, skrivari.

AKF varð stovnað í 2008, og hevur í dag áleið 550 limir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo