Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Autismufelagið: Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 20. mars 2021.

Á fundi 7. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Ann Kristina Svabo Simonsen
Skrivari: Djóni á Boðanesi
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Gyða Johansen
Tiltakslimir eru Beinta Tórsdóttir Johannessen og Malan Wacher

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg.

Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi.

Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann  gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo