At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjárskvøldið hevði Diabetesfelagið aðalfund, og nevndin, sum sat frammanundan, heldur fram.

May-Britt Skoradal, Birita Samuelsen, Allan Terji Skaalum, Mourits Joensen og Marna Ingeborg Hentze fara nú at skipa seg.

May-Britt Skoradal, sum síðani 2016 hevur verið forkvinna í felagnum, segði i ársfrásøgnini, at fyrireikandi arbeiðið hjá samgonguni at fáa eina føroyska diabetesmiðstøð setta á stovn í Føroyum er byrjað.

Hon greiddi limunum frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur boðið Diabetesfelagnum at vera við í einum arbeiðsbólki, har umboð fyri Heilsumálaráðið, Novo Nordisk-grunnin og fakfólk á økinum eisini eru umboðað.

“Hetta er eitt sera gott høvi hjá fólki við diabetes at fáa ávirkan á hetta týðandi málið”, sigur May-Britt Skoradal.

Lesið meira her: http://diabetes.fo/2020/06/spennandi-aetlan-um-diabetesmidstoed/

Uppmøtingin var góð til aðalfundin í Megd-húsunum í Havn í gjár. Pál Weihe hevði áhugaverda framløgu um koronusjúkuna og diabetes, og Kristiana

Rein greiddi eisini frá um hjálparátakið Life for a Child, sum hevur til endamáls at lata insulin til fátæk børn og ung úti í heimi.

Og so varð nýggja búmerkið hjá felagnum eisini víst fram.

Eitt sindur meira um tað her: http://diabetes.fo/2020/06/nytt-bumerki-til-nyggja-navnid/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo