Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað undraði okkum stórliga, tá Atlantic Airways longu í mai valdi at taka umleið 100 starvsfólk úr føroysku hjálparpakkunum og siga tey øll úr starvi. 19 av 30 flogskiparum vórðu sendir til hús, harav 4 av 5 nevndarlimum í Flogskiparafelag Føroya. Vit mæltu staðiliga frá hesi avgerð og vísti á, at okkara limir góðtóku at vera í hjálparpakkanum so leingi skipanin var tøk. Soleiðis kundu vit vera ein smidlig arbeiðsmegi uttan at Atlantic Airways fekk meirútreiðslur av hesum. Men tað hevði stóran skund at siga nógvum flogskiparum úr starvi, og brot vóru framd á sáttmála og á lokalavtalur. Hesi brot vera nú løgd fyri fasta gerðarættin at taka støðu til.

Sum vit væntaðu, og sjálvsagt eisini fegnast um, so økist virksemi longu, og tjóðarfelagið hevur arbeiði aftur til uppsagdu flogskipararnar, sum sjálvsagt eru knýttir at Atlantic Airways í uppsagnaðrtíðini. Men í staðin fyri at trekkja uppsagnir aftur eftir starvsaldri og í mun til øktu framleiðsluna, so hevur leiðslan valt at lýsa størvini leys millum teir 19 uppsagdu flogskipararnar at kappast um. Hetta vísir greitt, at felagið enn einaferð ætlar sær at víkja frá starvsaldrinum millum flogskipararnar, og er hetta við til at sáa ótryggleika og split millum pilotarnar.

Hví er ein starvsaldur-listi so týdningarmikil fyri flogfeløg?
Flestu flogfeløg eru samd um at innanhýsis kapping millum flogskiparar er ein óneyðugur stressfaktorur. Tí brúka flogfeløg starvsaldur-listar, hvørs endamál er at fremja trygdina og skapa gjøgnumskygdar mannagongdir, eitt nú tá pilotar skulu setast í starv, útnevnast til skipara ella sigast úr starvi. Starvsaldur-listin skapar eina greiða raðfylgju, har pilotur, sum hevur starvast longst fyri flogfelagið, stendur ovast á listanum, og tann seinast setti piloturin er niðast á listanum. Saman við tilhoyrandi greiðum mannagongdum, forðar henda skipan júst fyri slíkari kapping, og flogskiparar kunnu hava miðsavna seg um sítt starv.

Smidleiki
Atlantic Airways hevur longu atgongd til ein avbera dugnaligan, tænastusinnaðan og smidligan starvsfólkahóp, og harumframt ein av smidligastu sáttmálunum innan flogvinnu á okkara leiðum.

Jóhanna á Bergi segði í Degi & Viku í gjárkvøldið, at felagið hevur tørv á smidleika, og tað skilir flogskiparafelagið væl. Men at uppsiga 64% av flogskiparum úr sáttmálasettum størvum, fyri stutt eftir at lýsa nøkur av somu størvum leys millum uppsagdu flogskiparar, til verri treytir og til nul-tíma størv (freelance) uttan fasta inntøku, er ikki ein mannagongd, flogskiparafelagið tekur undir við. Slett ikki í einum almennum partafelag sum allir føroyingar eiga lut í. Møguliga er hetta løgfrøðiliga haldbært, tí tjóðarfelagið verður rikið sum eitt privat partafelag, men hetta er nakað sum verður kannað í løtuni.

Í Flogskiparafelagnum halda vit ikki at hetta er í samsvari við góðan sið á arbeiðsmarknaðinum, og samskifta vit beint nú við onnur føroysk fakfeløg um hesi viðurskifti.

Nevndin í FAPA
Rúni Højgaard
Formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo