Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Tórhallur Simonsen

Mynd: Tórhallur Simonsen

Skúlablaðið: Nevndarval var á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var í farna mánaði, men av tí at eingi stillaðu upp ímóti teimum báðum, sum stóðu fyri vali, er nevndin óbroytt.

Tað vóru Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni, sum stóðu fyri vali. Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg, og tað er eisini óbroytt. Herálvur Jacobsen er formaður, Jákup av Skarði er næstformaður, Maria V. Hansen er kassameistari, Andrea á Rípuni er skrivari, og Jacob Eli S. Olsen er nevndarlimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo