Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Útlendsku skipini eru aftur komin at føroyskum havnum at órógva borgarar her á landi. Eisini órógva fleiri smá skip og skipini hjá reiðarínum Smyril Line.

Seinastu dagarnar eru fleiri klagur komnar frá borgarum í Saltangará, Runavík, Glyvrum, Tórshavn og Ánunum, sum kæra sína neyð um ikki at fáa hvíld heima hjá sær sjálvum. 

Fólk fáa enn einaferð ikki hvíld, ikki sovið og summi teirra eru enn einaferð flýggjað.

Hóast felagið hevur havt óteljandi fundir við omanfyristandandi kommunur og kommunu politikarar, fáa borgarar ikki frið.

Vit mugu staðfesta at kommunurnar framvegis ikki taka ábyrgd fyri sínum borgarum, sum eru fyri áhaldandi ágangi frá kommunalum vinnulívi.

Borgarar kenna ágangin sum "regluligan tortur", sum kommunan vendur blinda eyga til.

Løgtingsins umboðsmaður gav herfyri Klaksvíkar kommunu átalu fyri at ikki at taka málið í nóg stórum álvara.

Vit mugu staðfesta at hesin hugburðurin er galdandi fyri fleiri kommunur. 

Nevndin í felagnum Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo