Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Gentuskúli, svart upp á hvítt! Vit hava bæði hoyrt og sæð hetta so mikið ofta, at tað nokk er alment góðtikið, og tá vit eru komin so vítt við at góðtaka og tosa við eymleika um hesi neyðars dreingjabørn, er spurningurin, um ikki okkara ovasti myndugleiki kann ákærast fyri kollektiva vansorgan, tá skúlin ekskluderar helvtina av sínum næmingum.

Sum "en gennemsnitlig dreng" kom eg saman við flest øðrum dreingjum nærum snikkaleysur úr fólkaskúlanum, men onkrir vóru, ið fingu okkurt spjaldur á seg, oftast bert nøkur heilt fá ár, áðrenn skúlin slapp av við teir.

Nú eru framstig gjørd, sum gera, at vit megna at seta enn fleiri spjøldur á, og vit megna at gera tað enn fyrr, so ofta hava teir neyðars dreingirnir spjaldrið við sær í skúla og kunnu tí verða settir í serligan bás frá fyrsta degi.

Heini Ziska Dahl, læraralesandi á Námsvísindadeildini, skrivar - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo