Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Trúboðin: Viðurskiftini í Liberia eru vánalig, og uml. 80% av fólkunum liva undir umstøðum, sum minna um slum. Hesum greiðir Elisabeth Poulsen av Skála frá. Elisabeth er útsend sum trúboðari og arbeiðir í skúlaskipanini hjá Luthersku kirkjuni í Liberia. Hon er send út ígjøgnum missiónsfelagsskapin Promissio.

 

Gerandisviðurskifti, sum vit næstan ikki hugsa um, hava stórar avbjóðingar við sær aðrastaðni. Tað er ikki lætt at vaska hendur, tá ið vatnið er skitið. Tá ið fólk skulu á wc, so er tað úti ímillum húsini, har alt burturkast eisini verður koyrt. Í Føroyum hevur tað eydnast væl at minka um útbreiðsluna av Korona, tí fólk hava hildið frástøðu, men í Liberia búgva fólk ofta sera tætt saman og kunnu tí ikki halda frástøðu á sama hátt.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo