Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit eru í einum niðurgongdssnyrli. Trúgvi at alt er ein partur av tíðini vit liva í, har meinigheitir hava gjørt neyðsemjur um mál sum abort og homuseksualitet, segði evangelistirin Franklin Graham í einari ekslusivari sending við ein fjølmiðil í Bergen t.15 jan.

Har hann m.a. umrøddi hendingina í USA, um tað mundi, sum snúði seg um D. Trump forseta og hendinga ríku tíð undir leiðslu hansara.

Vit hava ongantíð havt ein president, sum hevur verið so sterkur í stuðli sínum fyri ófødda lívinum sum hann.

Hann hevur valt konservativar dómarar, er elskaður av milliónum í hesum landi.

Hann hevur forsvara tey kristnu og kristnu trúnna.

Graham meinar at bisnessmaðurin Trump bæði fyri sítt egna land og heimin hevur verið til signing.

Hann skapti framgongd ikki bert til amerikanska fólkið men til lond yvir heimin. Fleiri komu undir leiðslu hansara aftur til verka enn í sjeyti ár, amerikanska fýggjarstøðan var tann besta seinastu fimti árini.

Tað gav fyrimunir ikki bert til amerikanarar, men eisini til samstarvspartnarar.

Hann var ein maður ið kundi og tók avgerðir, var ikki ræddur fyri teim ópopuleru heldur.

Hann var eingin politikari, men samtíðis ein maður við feilum og ikki perfektur, men gjørdi tað hann kundi fyri okkum.

Víðari nevnur Franklin, at nøkur halda valið ikki fór fram rætt, tikið frá Trump, um so er sætt ella ikki, veit eg ikki, men milliónir av menniskjum sum ikki stuðlaðu presidentinum áður, men sum gjørdu tað við valið hesaferð.

Hevur tíðin við Trump sett meinigheitirnar í eina trupla støðu, var Franklin spurgdur?

Ja, tað kann væl hugsast, hann gjørdi tað torført, serliga tá íð tað snýr seg um teirra neyðsemjur viðvíkjandi tí ófødda lívinum.

Mangar meinigheitir stuðlað abort, hesum gekk presidendurin alvorliga ímóti.

Sjálvur innfann hann seg í 2020 til Ja til Lívið marsjin í Washington, har ein kvart millón av fólki luttóku í kuldanum.

Sjálvur var eg tilstaðar, tað eru samkomur sum eru splittaðar, serliga tær komprimissu í sakini.

Jóhannes M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo