Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kvinnur og menn hava nú í fleiri ár á hesum søguliga staði endurbygt garðin hjá Nólsoyar Pálli við søgufrágreiðing sum tema og vilja harvið skapa eina attraktión í Klaksvík fyri klaksvíkingar, føroyingar og fremmand ferðafólk.

Stutt frá Biskupsstøðni var Tingstøðin, har allir norðoyingar hittust og løgdu sínar bátar fyri at halda Várting í Innistovu í Vági.  Navnið á hesum søguliga staði hevur Gøtunavnanevndin broytt við einum einkisigandi uppfunnum navni við ongum uppruna og sum onga undirtøku hevur. Fakkunnleikin var settur til viks, og hevur eingin í Gøtunavnanevndini nakrantíð verið á gátt á Biskupsstøðgarðinum. Hetta er stór skomm. Nú er ætlanin at staðseta eitt stórt skrímsl á hetta økið, Føroya Húsarhaldsskúla.

Tað eru fleiri grundgevingar fyri ikki at staðseta Húsarhaldsskúlan norðanfyri Betesda. Borgarstjóri og býráð hava ongar almennar grundgevingar givið, ið siga, hví skúlin skal liggja har.  Fyri nøkrum árum síðani bygdi Kl.Kommuna eitt stórt reinsiverk fyri eina tveysiffraða milliónaupphædd, beint har skúlin skal staðsetast, og gevur hetta ein eykakostnað, um byggjast skal her.

Stóra inntrivið júst á hesum staðnum minnir mest um Karla Magnusar breyt í Havn. Hetta er so sera illa umhugsað, og er alt skrumblað ígjøgnum. Tá ið trupulleikarnir eftirfylgjandi fara at stinga seg upp, skal kommunan finna loysnir á hesum. Hví ikki gera tað áðrenn? Tað er ikki í lagi, at býráðið ongantíð hevur kjakast um hetta mál, tað er hetta alt ov týdningarmikið til. Hetta er eisini eitt talandi dømi um manglandi gjøgnumskygni. Borgarstjóri og býráðslimir skulu tæna borgarunum og ikki øvugt.

At Svend Sivertsen frá Fuglark heldur hetta verða góðan arkitektur, undrar meg ikki, teir hava tekna bygningin og tænir hetta teirra fíggjarligu áhugamálum.

Búsetur og Mentamálaráðið hava ikki biðið um hesa staðsetingina, tvørturímóti undrar hendan staðseting. Tað hava tey váttað fyri mær.

Skúlin Glasir er fyri allar Føroyar, hann er bygdur av Føroya løgtingið, og keyptu teir grundøkið frá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna hevur ikki goldið skúlan.
Føroya Húsarhaldsskúli er fyri allar Føroyar, men her vil Kl.Kommuna bæði lata grundøkið og gjalda stóran part av skúlanum.

Tað er einki, ið forðar Húsarhalsdskúlanum og Kl. Róðrarfelag at býta um staðseting, uttan viljin til tess. Eg meti eisini, at Kl.Róðrarfelag nú man fara at staðfesta, at teir einki neyst fáa til komandi kappingarár.

Hví ikki fylgja tilráðingini frá skúlaleiðsluni í Húsarhaldsskúlanum og byggja uppi við Boroyðarvík? Borgarstjóri og býðráð skylda okkum borgarum eina fráðgreiðing.

Norðlýsið
Norðlýsið var fyrr kallað blað norðoyinga, soleiðis er ikki longur. Eg haldi, at blaðstjórin er skilagóður, men hann er bundin av sínum arbeiðsgevarum og kann tí ikki skriva tað, hann vil. Blaðið tekur ikki tað upp, sum fólk kjakast um og er púra ókritiskt mótvegis borgarstjóranum, hóast at har er nógv at fara eftir.

Herfyri bar KVF tey tíðindi, at KL.Kommuna í 2019 hevði eitt hall upp á 27 mill. kr. í størstu inntøkutíð nakrantíð. Skuldin upp á 20 mill. til Bústaðir var ikki roknað uppí. Tá ið so Norðlýsið kom í hvørt hús vikuskiftið eftir, var einki skrivað um kommunuhallið. «Breaking news» var ein stolin snella hjá Anskari Hansen til eitt virði á 17.000 kr. Hetta er at stinga høvdið í sandin.

Í verkætlanini á Fossum skuldi fyrsta byggistig verða klárt í septembur. Har er einki hent, og nú eru heystfjøllini byrjað, hetta og annað áhugavert kundi blaðið skrivað um. Tað er skyldan hjá Norðlýsinum at klæða okkum lesarar í, soleiðis at vit til komandi val kunnu velja eitt býráð, sum ger eitt gott arbeiði fyri borgara og bý. At renna sneisaørindi og seta umbidnar greinar í blaðið fyri at tæna borgarstjóranum eitt nú til júst at staðseta Húsarhaldsskúlan norðan fyri Betesda, tænir ikki býnum. Hetta er ein vandaleið.

Býráðið má leggja á annan bógv
At klippa snórar og venda flagi er fínt, men okkurt má síggjast eftir, annars gevur tað onga meining. Alt liggur í hálvum gekki og kostar ov nógv. Av hesi vánaligu handfaring er tað skattgjaldarin, sum bløðir.

Býráðið skyldar okkum borgarunum eitt veruligt kjak um staðsetingina av Húsarhaldsskúlanum, hetta er eitt stórt inntriv í miðbýin og drepur allan hugnan her. Øðrvísi hevði verið við lágum bygningum og steinsettum torgi millum Betesda og hesar bygningar.

Er staðsetingin av skúlanum veruliga besta loysnin?

Fáa vit nú besta miðbýin?

Fær hetta fólk aðrastaðni frá at ressast, so tey tíma ein túr til Klaksvíkar?

Tíma ferðafólk til Klaksvíkar, tí at ein skúli stendur í miðbýnum? 

Halda vit klaksvíkingar, at tað er hugnaligt at spáka fram við sjóvarmálanum við einum so stórum bygningini í hesum hugnaliga øki?

Hvussu við útsýninum hjá leiguíbúðunum?

Parkering til vitjandi og annað?

Her er ein mongd av atlitum at kjakast um.

Hava vit aðrar møguleikar? Sjálvandi!
Betesda og Áhugafelagið Nólsoyar Páll sendu býráðnum eitt mótmælisskriv og broytingaruppskot í januar, men enn hava vit einki hoyrt aftur!

Archibald Black

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo