Foldin er kavaklødd, tað kavar av møkum og roykurin stendur beint upp úr skorsteininum.
Tað man vera ímyndin av jólum hjá nógvum, men soleiðis er tað jú ikki altíð - minni enn so.
Í ár fer ælaveður og heldur lýggjari veður enn nú at eyðkenna jóladagarnar.
Longu í morgin verður heldur lýggjari og tað kann fara at regna, serliga fyrrapartin.
Fleiri av døgunum fram til jóla verður fitt av vindi, hitin um 7-10 stig og ælaveður. Jólaaftan verður kortini heldur minni vindur og eitt sindur kaldari, niður í trý stig og fyrsta jóladag stilli og hitin um frostmarkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo