Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í samband við fiskivinnunýskipanina hjá landsstýrinum hevur nógv verið tosað um, hvussu uppboðssølan fer at ávirka verandi rættindi.

Ymisk roknistykki hava verið frammi, men á hoyringsfundi í síðstu viku kom fram, hvussu uppboðssølan við tíðini kann máa støðið undan teimum verandi rættindunum.

Landsstýrismaðurin varð spurdur á hoyringsfundi í Smæruni í síðstu viku um hetta sama roknistykkið, og hann váttaði, at hetta var tann rætti mátin at rokna tað út uppá.

Útrokningin, ið byggir á eitt hugsað dømi, vísir, at tá kvoturnar sveiggja upp og niður, minka verandi rættindi saman við teimum seldu kvotunum, soleiðis at verandi kvotur við tíðini verða útholaðar.

Niðanfyri sæst eitt dømi við toski undir Føroyum, og hvussu verandi rættindi høvdu minkað, um kvoturnar høvdu sveiggjað sum í døminum. Tað er ikki løgið, at ein slík skipan er órógvandi fyri verandi aktørar í fiskivinnuni.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo