Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Okkara Voxbotn: Hann kom brakandi inn á danska hip-hop pallin í 2004 og fekk gullplátu fyri sína deput-útgávu. Síðani komu enn fleiri hitt og eitt lív á yvirhálingarbreytini við óteljandi tímum á motorvegnum, í backstage hølum við lokkandi freistingum og veitslum til tann ljósa morgun.

Hetta lívið fekk tó ein bráðan enda, tá Niels Roos (Niarn) hvarv í freistingum og misbrúki, sum í 2014 endaði við lívshóttandi fylgjum og einum túri á intensivari deild. Eftir hetta tagnaði røddin, men Niels Roos fótaði sær, og eftir óteljandi áheitanir ger hann nú - nógv ár seinni - comeback. 

Hansara fyrsta konsert í 2022 var útseld eftir fáum tímum, so vit gleða okkum til eitt show í heimsklassa, tá rapplegendan Niels Roos – betur kendur sum NIARN  – ger comeback á Okkara Voxbotn 25. juni 2022!   

Frammanundan er greitt, at Tobias Rahim, Hugorm, Boyzlife, Tungewaag, Reiley, Michael Learns to Rock, Rasmus Hagen, Brimheim og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo