Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár fylti Nicolina Prince, sum er ættað úr Vestmanna, 100 ár.

Nicolina er dóttir Onnu Elisu og Hans á Brúgv.

Hon flutti sum ung úr Vestmanna til London og giftist enskum hermanni, sum hon møtti í Føroyum undir krígnum.

Hon býr í dag á ellisheimi í London.

Á myndini er hon saman við Hans Johannes á Brúgv, sum hon er fastur at.

Hans Johannes sigur við VP, at Nicolina fór á ellisheim fyri umleið einum árið síðani. Inntil tá kláraði hon seg væl og fór sjálv út at keypa í London.

- Vit vitjaðu hana í november í fjør. At byrja við kendi hon okkum ikki og tosaði enskt. Eftir at vit høvdu tosað føroyskt eina løtu, so glapp og hon tosaði púra reint føroyskt og byrjaði at tosað um barnaárini í Vestmanna og nevndi tá fleiri nøvn frá tí tíðini.

Familjan hevði ætlanir um at fara at vitja Nicolinu og halda føðingardagin saman við henni, men vegna covid’19 bar tað ikki til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo