Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

BETRI: Í dag, 1. juli, hátíðarheldur Nicolina Therkildsen 50 ára starvsdag í Betri. Í hesum sambandi fekk hon kongaligt heiðursmerki fyri trúgva og sera góða tænastu.

Í 1970 byrjaði Nicolina Therkildsen í táverandi Tryggingarsambandi Føroya. Har starvaðist hon fram til 1980, tá hon byrjaði í táverandi Føroya Sparikassa, nú Betri Banka. Har hevur hon starvast til í dag og hátíðarheldur tí 50 ár í Betri samtakinum.

Nicolina hevur havt nógvar álitissessir í samtakinum. Hon hevur røkt allar sínar arbeiðsuppgávur við ágrýtni og drívmegi. Tað er týdningarmikið fyri Betri samtakið, at starvsfólk støðast og eru trúføst. 50 ára starvsdagurin hjá Nicolinu talar fyri júst hesum, og tí er tað ein gleði at heiðra hana við serstaka kongaliga heiðursmerkinum.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo