Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld kl. 20 setir KFS hol á eina nýggja røð av online-tiltøkum, ið viðgera kritiskar spurningar mótvegis kristnu trúnni. Høvuðsevnið er “Er kristna trúgvin skaðilig?”, og komandi trý týskvøldini verður skipað fyri samrøðum, fyrilestri og Q&A, har lærd kristin og ikki-kristin luttaka.

Sí meira um røðina í hesum stutta lýsingarfilminum: https://fb.watch/1YB4G6idA0/

Í kvøld er evnið “Niðurger kristna trúgvin kvinnur?” Summi, ið finnast at kristnu trúnni, siga, at kristna trúgvin heilt frá byrjan av hevur verið merkt av, at menn hava misbrúkt sítt vald yvir fyri kvinnum. Kvinnur hava í besti føri verið “2. floks borgarar”. Vit kunnu bert hyggja eftir, hvussu stórur munur framvegis er á rættindum o.ø. hjá monnum og kvinnum í okkara landi. Hesin mismunur kann sambært kritikkarum førast aftur til kristnu trúnna, sum hevur havt so stóra ávirkan á okkara mentan.

Ein av teimum, sum ikki tekur undir við hesi fatan er Rebecca McLaughlin, PhD og rithøvundur . Tvørturímóti vil hon vera við, at kristna trúgvin upp gjøgnum søguna er tann rørslan, ið hevur havt størst ávirkan á kvinnurættindi.

Rebecca McLaughlin er fødd og uppvaksin í Bretlandi, men síðan 2008 hevur hon búð í USA. Hon hevur lisið PhD á Cambridge University, og eisini hevur hon lisið gudfrøði á Oak Hill Seminary í London. Hon hevur skrivað vælumtóktu bókina Confronting Christianity: 12 hard Questions for the World’s Largest Religion. Hendan bókin varð vald sum ársins bók 2020 av Christianity Today.

Í kvøld fer Rebecca McLaughlin so at greiða okkum føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um henda spurning. Aftaná svarar hon spurningum frá hyggjarunum.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube ( youtu.be/qEd7M0mfZNA ) og á Facebook ( www.facebook.com/KFS.FO/live/ ).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo