Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-136/2020 eftir § 52a í tingskipanini um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at víðka barnapsykiatriska dagtilboðið, og um so er, nær?

2. Hvørjar eru royndirnar við dagdeildini?

3. Hvussu nógv børn hava fingið viðgerð á dagdeildini?

4. Hvussu stórur er viðgerðartørvurin, og hvør er tørvurin at víðka um virksemið við kvøld-, náttar- og vikuskiftistænastu?

Til spurning 1
Í sambandi við at nýggi Familjudepilin verður settur í verk í Sjúkrahúsverkinum, verður dagtilboðið uppnormerað við einum sálarfrøðiligum toymisleiðara. Hetta verður um stutta tíð. Hetta fer at gera góðan mun á dageindini, tí royndirnar eru, at verandi normering ikki er stór nokk til at menna og reka dagtilboðið. Longu bíðilistarnir hava við sær ein vaksandi tørv á sonevndum “subakuttum” útgreiningum, metingum og viðgerðum. Sambært Sjúkrahúsverkinum kann hetta arbeiðið upplagt liggja í dagtilboðnum.

Til spurning 2
Eftir at dageindin varð sett á stovn, varð eitt langt tíðarskeið við færri samdøgursinnleggingum av børnum og ungum í vaksnapsykiatriini. Men eftir at bíðitíðin í Barna- og ungdómspsykiatriini er longd munandi, er talið av akuttum innleggingum vaksið aftur.

Royndirnar eru annars góðar.

Sambært Sjúkrahúsverkinum fær psykiatriin betri kennskap til tey ungu og familjurnar, og tað gevur nakrar nýggjar møguleikar at arbeiða við familjudynamikkum og øðrum, sum eru avgerandi fyri, at barnið kemur fyri seg aftur.

Royndirnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru, at dagtilboðið bæði kann brúkast til drúgvari daginnleggingar, men eisini til víðkaðar ambulantar sjúklingagongdir hjá eitt nú teimum, ið hava etingarólag.

Hetta er ein viðgerðarháttur, sum virkar væl, tá tørvur er á meira intensivum kanningum bæði fyri at lýsa avbjóðingarnar hjá barninum og sambandið til eitt nú foreldrini.

Seinnu árini hevur psykiatriin eisini sæð nógv børn, sum mangla umsorgan, og tá samstarva tey nógv við tær kommunalu barnaverndartænasturnar.

Til spurning 3
Dageindin varð sett á stovn í oktober í 2019. Tilsamans 27 børn og ung hava verið til greiningar og viðgerð síðani tá. Tað er ymiskt, hvussu leingi børnini hava verið knýtt at dageindini – úr trimum vikum upp í fleiri mánaðir. Í løtuni er pláss fyri tveimum innløgdum børnum í senn.

Til spurning 4
Sum tað áður er víst á, er tørvurin á barna- og ungdómspsykiatriskari viðgerð vaksin sera nógv seinastu fáu árini. Í løtuni hevur Barna- og ungdómspsykiatriin avbjóðingar við at bjóða nøktandi terapeutiska viðgerð, orsakað av tí vaksandi trýstinum.

Tørvurin á innleggingum av børnum og ungum við akuttum psykiatriskum avbjóðingum í vaksnapsykiatriini, hevur verið soleiðis seinnu árini (aldursbólkurin hevur verið millum 13 og 17 ár):

2019: 9 innleggingar á íalt 82 innleggingardagar. 8 børn hava verið innløgd.

2020: 7 innleggingar á íalt 20 innleggingardagar. 4 børn hava verið innløgd.

2021 (til 7. mai): 11 innleggingar á íalt 30 innleggingardagar. 9 børn hava verið innløgd.

Tølini tala fyri seg.

Dageindin ger góðan mun fyrstu tíðina og tølini fyri innleggingum í vaksnapsykiatriini minka, tí tøvurin minkar.

Ígjøgnum 2019 og 2020 vaksa ávísingarnar til útgreining og viðgerð í Barna- og ungdómspsykiatiini óvanliga nógv.

Hóast talið av útgreiningum og viðgerð ongantíð hevur verið størri enn í 2020, hevur økta talið av ávísingum tíverri viðført, at bíðitíðin eisini er voksin. Tað hevur ta avleiðing við sær, at fleiri børn og ung ikki fáa hjálp í tøkum tíma, við tí úrsliti, at støðan hjá teimum versnar og hjá nøkrum verður akutt.

Hetta sæst eisini aftur í tølunum fyri innleggingar í vaksnapsykiatriini í ár.

Í einum ári eru tað millum 20 (í 2020) og 82 (2019) dagar, har eitt barn hevur tørv á akuttari innlegging.

Um Barna- og ungdómspsykiatriin skal kunna nøkta hendan tørvin uttan hjálp frá vaksnapsykiatriini, krevur tað, sambært Sjúkrahúsverkinum, eina øðrvísi manning og skipan enn í dag.

Sambært Sjúkrahúsverkinum liggur tann størsti tørvurin m.a. í at víðka og økja um manningina innan verandi dagtilboð, heldur enn at víðka upplatingartíðirnar.

Á hendan hátt kunnu vit hava fleiri børn og familjur í útgreining og terapeutiskari viðgerð í senn.

Sum landsstýrismaðurin áður hevur boðað frá, verður neyðugt at raðfesta starvsfólkaorkuna í Barna- og ungdómspsykiatriini til tann vaksandi tørvin.

Hetta er eitt mál, sum landsstýrismaðurin fer at seta fokus á og taka upp við leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum.

Heilsumálaráðið, 14. mai 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo