Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Níggju nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Fýra persónar hava verið uttanlands. Ein teirra fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, meðan tríggir persónar fingu staðfest smittuna á 3. og 4. degi.

Fimm persónar eru smittaðir í Føroyum. Fýra teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu tann fimti persónurin er smittaður. 

2165 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 318.521 kanningar.

793 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir við koronu.

Í gjár vórðu 1.120 fólk koppsett. 855 fólk fingu fyrra prikið og 265 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 30.401 fólk fingið fyrru koppsetingina. 20.540 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 50.941 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo