Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hvistan, sum rundaði 15 ár í ár, hevur skipað fyri nógvum tiltøkum í heyst.

Nú árið er farið at halla, eru tvey tiltøk eftir, har annað er nú leygardagin kl. 11.00, tá ið nissurenning verður.

Hendan nissurenningin er soleiðis skipað, at luttakararnir eru nissuklæddir, við nissuhúgvu, reyðari nøs, jólaklæðum ella líknandi, og so er tað eins og áður, tá ið heilsutúrar hava verið fyriskipaðir, at byrja verður við Miðlatún, og ein er ígongd í 15minuttir, og so verður vent og leiðin løgd aftur til Miðlatún, so í alt 30minuttir. 

Nissurenningin er endin á heilsutúrunum, ið hava verið fyriskipaðir 14. hvønn dag í heyst, og har luttakararnir til hvørt tiltak, hava kunnað vunnið góðar vinningar. Og til hesa nissurenningina, verður eisini drigið ímillum øll tey sum hava luttikið, um fleiri sera góðar vinningar.

Tá ið komið verður aftur í Miðlatún, er sangur frá gentukórinum úr Frelsunarherinum í Vági, umframt at Miðlatún bjóðar kakao og bollar. Eisini vitjar felagið blóðgevi, ið fer at kunna um møguleikarnar at lata blóð í Suðuroynni.

Nissurenningin hjá Hvistuni, verður leygarmorgunin 12. desembur kl. 11.00 og byrjar og endar við Miðlatún, og tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo