Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski U17-hópurin við gentum, ið umboðaði Føroyar til NM kappingini í Noregi - Mynd: Jan Djurhuus

Føroyski U17-hópurin við gentum, ið umboðaði Føroyar til NM kappingini í Noregi - Mynd: Jan Djurhuus

Føroyski U17-hópurin við gentum, ið umboðaði Føroyar til NM kappingini í Noregi - Mynd: Jan Djurhuus

FSF: – Fyrsti og annar dysturin í kappingini vóru avbjóðandi og strævnir. Leikferðin var høg, og alt hendir nógv skjótari og oftari. Men tað er samstundis við til at menna okkara gentur, og tað hevur størsta týdningin, sigur venjarin, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.

Seinastu dagarnar hevur U17-landsliðið við gentum tikið lut í NM-kapping, sum hesaferð var í Noregi. Føroyar vóru í bólki saman við Danmark, Finnlandi og India, sum eins og Holland luttók sum gestaland í kappingini.

Móti Danmark og Finnlandi tapti føroyska liðið greitt, meðan dysturin móti India endaði við málleysum javnleiki. Í NM er reglurnar tó soleiðis, at stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerast við brotssparkskapping, og tá vóru okkara gentur stinnari og vunnu 4-2.

– Dysturin móti India var sum heild javnur. Genturnar arbeiddu væl allan dystin, og fingu eisini prógva, at føroyskur kvinnufótbóltur kann fáa úrslit. Tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Pauli Poulsen.

Næst á skránni hjá føroysku U17-gentunum er EM-undankapping í Bulgaria í november, har Føroyar eru í bólki saman við Bulgari og Kroatia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo