Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er gott at finna náðið hjá Gudi. Hesa dýrd átti Nóa. Hann hevði fingið hana uppá tann einasta máta, hon kann ognast: hann hevði ferðast saman við Gudi.

Í allari skriftini verður hetta úttrykk, bert nýtt um tvey menniskir: Enok og Nóa, um teir verður sagt, at teir høvdu gongutúrar við  Gudi.

Tað er tí natúrligt at halda, at hesir báðir á sín egna hátt hava fylgst við Harranum og verið nærlagdir á ein og hvønn hátt yvir fyri honum, lív teirra hevur ikki bara verið so hissini, stemningsávirka.

Stig fyri stig, dag um dag hava teir livað við Harranum og verið honum lýdnir. Tí at ganga við Gudi er at vera honum lýðin.

Víðvíkjandi Nóa verður hetta drigið fram staðiliga. Tvær ferðir verður sagt: Nóa fór fram aldeilis, sum Harrin hevði álagt honum.

Kortini liggur hvørki í hesum her ella áður umrøddu útsøgn nakað um ”ganga við Harranum” nøkur serlig individuell lindiseyðkenni.

Í veruleikanum er hetta felags kjarnin í lívi teirra heiløgu.

Børn Guds ganga ongatíð áleinaði á heimsins torføru leiðum, tey fylgja Harranum, og hann teimum.

Men leiðin við Gudi vil hátta seg ymiskt eftir ymisku korunum.

Hjá Nóa vóru korini hesi: Ein góður arvur forút, men ein ónd tíð hann búleikaðist í.

Jóhannes M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo