Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hvítingsbróðuryngul 30 mm (ovara mynd), hýsuyngul 24 mm (niðara mynd) og toskayngul 33 mm (mynd ovast)

Hvítingsbróðuryngul 30 mm (ovara mynd), hýsuyngul 24 mm (niðara mynd) og toskayngul 33 mm (mynd ovast)

Havstovan: Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka.

Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er tað mesta á Landgrunninum síðan 2017, men tó undir miðal. Av hýsuyngli var eisini meira til enn síðstu árini, og var nøgdin munandi yvir miðal.

Støddin á ynglinum var tó undir miðal.

Á Føroyabanka var nøgdin av toskayngli undir miðal, meðan hýsuyngulin væl oman fyri miðal.

Nøgdin av nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri tosk og nebbasild, men yvir miðal fyri hýsu.

Samlaði gróðurin á Landgrunninum higartil í ár var nakað yvir miðal.

Frá øðrum kanningum vita vit, at gróðurin kom heldur seint í vár, men í mai vaks hann heilt nógv. Um mánaðarskiftið mai-juni minkaði hann nógv og batnaði síðan aftur.

Gróðurin av plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli.

Líkt er til, at serliga føðiviðurskiftini í mai mánaði hava stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskayngli.

Túrfrágreiðing við grafum og myndum sæst her.

Hvítingsbróðuryngul 30 mm (ovara mynd), hýsuyngul 24 mm (niðara mynd) og toskayngul 33 mm (mynd ovast)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo