Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

So legði Tummas Ennigarð í Vestmanna árarnar inn. Hann doyði mánanáttina, 86 ára gamal.

Eg kom at kenna Tummas stutt eftir, at eg flutti til Vestmanna at búgva í 1990, tá eg varð settur skúlastjóri á nýggja Fiskivinnuskúlanum. Tá búði eg saman við Ingunn Winther Olsen í íbúðini, sum var í gamla handlinum hjá Niels hjá John niðri í fjøruni. Tummas sigldi tá við trolara her í Vestmanna, og ofta kom hann á gátt við fiski og onkuntíð við eini kalvaspraggu. Um úthurðin varð læst, hongdi hann fiskin í einum plastikkposa upp á hurðarlásið. Hesum helt hann fram við eisini eftir, at vit vórðu flutt niðan í barnaheimið hjá Ingunn at búgva í 2002.

Tummas var sjómaður, og sigldi fleiri ár eftir, at hann var farin um pensjónsaldur. Hann varð fyltur 73, tá hann gavst at sigla, og eftir tað lossaði hann onkuntíð á kajini. Ofta helt eg, at eg kundi síggja á gongulagnum, at hann hevði verið sjómaður, tí hann gekk sum um, hann gekk í rulli umborð á skipi. Í yngri árum róði Tummas út á Stongunum í Klaksvík. Hetta var um ta tíðina, frá tí fyrsta eg minnist, og tað fingu vit nógv góð prát burturúr.

Tummas varð ættaður úr Fuglafirði, men hann giftist Torgerð, sum var vestmenningur, og tí flutti hann til Vestmanna at búgva. Tummas og Torgerð áttu fýra børn, - tríggjar døtur og ein son, men ongin teirra búðu her í bygdini. Tað eru fleiri ár síðan, at Torgerð doyði, men Tummas vildi verða búgvandi í Vestmanna. Hann búði í grannalagnum hjá mær - eitt sindur longur uppi á Skálavegi - so tað var skjótt hjá mær at støkka inn á gólvið, ella vit fingu eitt prát uttandura, tí Tummas hevði hvørki koyrikort ella bil. Eg spurdi hann onkuntíð, um hann ongantíð hevði hugsað um at taka koyrikort, men tað segði hann seg ikki hava havt.

Skal eg lýsa Tummas við fáum orðum, so fari eg at endurtaka tað, sum ein vestmenningur, sum kendi hann væl, segði um hann, dagin eftir at hann varð deyður.

Hann segði: “Mær dámdi altíð væl at møta Tummasi. Hann var altíð hampiligur í orð og tal, og tað var onki roks av honum. Ein stás maður.”

Fyri árum síðan sást Tummas ofta til gongu eftir Niðara Vegi í Vestmanna, tá hann gekk inn í bátahylin Inni á Fjørð at pumpa maskinbátin, sum hann átti saman við soninum Ernst. Tá tók eg hann onkuntíð upp í bilin, um tað passaði so, at eg var á veg heim frá arbeiði, og líkindini ikki vóru av teimum bestu. Báturin varð síðan seldur.

Men hetta seinasta árið ella reiðiliga tað, orkaði Tummas ikki so væl at ganga langa teinin til handils Inni á Fjørð, og tí beyð eg mær til at koyra hann aftur og fram, sum hann var ógvuliga glaður fyri. Tá fingu vit nógv góð prát í bilinum, og oftast lagaði eg tað soleiðis, at eg kundi gera míni handilsørindi samstundis. Myndin av Tummasi er frá einum av okkara handilstúrum inni í A-handlinum.

Hjá mær verður stórur saknur í Tummasi, sum eg hevði nógvar góðar løtur saman við, og sum eg fari at minnast við takksemi.

Jákup Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo