Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólk halda ofta, at tryggingar eru eitt sindur fløkjasligar - og tí er áhugin eisini lítil fyri tryggingum sum heild. Nógv hugsað kanska "den tid den sorg". Men tað merkir so eisini, at nógv fólk eru ov illa tryggjað, og ikki uppdagað tað fyrr enn ov seint er.

- Tað hendir tíverri alt ov ofta, at fólk ikki varnast at tey eru ov illa tryggja fyrr enn skaðin er hendur, sigur Karin Dahl, tryggingarráðgevi hjá Trygd.

Tað er eisini tí, at Trygd skipar fyri einum kunningarkvøldi á Fiskastykkinum í Sandavági í kvøld. Tiltakið er ikki bert fyri fólk, sum eru kundar hjá Trygd, øll kunnu koma. M.a. kemur tannlækni at greiða frá, hvussu tú skalt bera teg at, um tú ella barnið hjá tær fær ein bráfeingis tannskaða.

- Vit vilja varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er at vera rætt tryggjaður, áðrenn nakað hendir, sigur Karin Dahl, sum leggur afturat, at Sámal Ravnsfjall eisini verður til staðar og fer at seta sín dám á løtuna, eins og tað sjálvandi eisini verður okkurt leskiligt at fáa úr køkinum.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo