Tað verður eitt rakár hjá føroysku ferðavinnuni í ár. Eitt dømi um eina fyritøku, sum hevur mist nógvar kundar, er MB Tours, sum tekur ímóti flestu gestunum sum koma við ferðamannaskipunum sum vanliga vitja Føroyar á hvørjum sumri.
- Higartil hava fimm skip við tilsamans 4.000 gestum avlýst. Tey skuldu øll koma í mars, apríl og mai. Men nú byrja tey eisini at avlýsa í juni, sigur Magni Mouritsen, stjóri. Hann hevur lítlar vónir til summarið, ikki minst tí so nógvir av kundunum koma úr USA og Bretlandi, ið bæði eru hart rakt av korona farsóttini.
- Hetta er helst bara byrjanin. Eg vænti, at vit missa nógv meira. Vit hava eisini bussar, og øll tann koyringin er eisini avlýst. Hartil hava vit nakrar bólkar sum koma úr Danmark, og teir eru eisini avlýstir, sigur hann.
- Hvussu sært tú uppá framtíðina?
- Summarið verður tungt. Eg vóni at tað verður bara nøkurlunda, men vænti at tað verður øðiliga smáligt. Missa vit alt í juli og restina av sesongini, so er ikki gott, sigur Magni Mouritsen við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo