Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, sløk 1.300 sakarmál avgreidd í Føroya Rætti í fjør, gott 2.000 mál í Fútarættinum og sløk 500 í Skiftirættinum. Haraftrat gott 80 í Yvirfriðingarnevndini.

Hetta er tó ein stór minking í mun til fyrra árið. Heili 700 færri avgreidd mál í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og knappliga 100 færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt.

Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 980 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá umleið 1.100 til tað mesta í 2008 við 2.000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur og er nú komið niður um túsund, tað lægsta í hesi øldini.

Revsimálini øktust eisini líðandi frá umleið 300 um aldarskiftið til tað mesta í 2013 við stívliga 800 málum. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, somuleiðis tað lægsta í hesi øldini.

Um borgarlig mál og revsimál ber til at lesa í upplýsingartilfari hjá Føroya Rætti. Stutt kann sigast, at borgarlig mál eru mál, har ein borgari leggur sak móti øðrum borgara, fyritøku ella myndugleika. Revsimál eru sakarmál viðv. lógarbrotum, ið kunnu viðføra revsing við bót, hefti ella fongsli.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo