Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. 16.200 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í januar, og tað er sjey prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Vøksturin stavar frá øðrum farleiðum enn rutuni til Keypmannahavnar, ið hevði áleið sama ferðafólkatal í januar, sammett við januar í fjør.

Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gongur út í dag.

Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent.

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at fáa fleiri føroyingar og útlendingar á flog og at menna tænastur felagsins. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo